R. Black, oberstur og fyrrv. senatorur: Vit hava eggjað Ukraina í eitt stríð, ið tað ikki kann vinna

8 months ago
70

‘Fakta er tað, at vit [USA] hava eggjað Ukraina til at kríggjast eitt kríggj, sum landið ikki hevur nakran møguleika at vinna, og okkara ráðgevarar eru í Kyiv; teir ráðgeva Zelensky, hvat hann skal gera umaftur og umaftur’ - sigur Richard Black, pensjoneraður oberstur og fyrrverandi senatorur í statinum Virginia. Sambært honum hava vestanlondini í fleiri tíggjuár roynt at fáa kríggj í lag við Russland, og endiliga hevur tað eydnast. Offisielt eru USA og Europa ikki við í krígnum. Men í veruleikanum eru tað tey, sum veita vápnini, sum verða brúkt ímóti Russlandi, samstundis sum tey brúka alla orku at sannføra heimin um at tað er Russland, sum er álopslandið.

Loading comments...