Hinvegin beinleiðis - Tyril og Jóansdóttir práta við Bárð Larsen (02.04.2024)
Jón Tyril og Birita L. Jóansdóttir práta við Bárð Larsen, løgfrøðing og adjunkt á Fróðskaparsetrinum um Heimsheilsustovnin WHO, nýggju viðtøkubroytingarnar og nýggja farsóttarsáttmálan, sum Árni Skaale hevur sett Margit Stórá skrivligan fyrispurning um.
Tey koma í prátinum inn á mangt viðv. fólkaræði, nærdemokratii mótvegis stórum altjóðafelagskapum, fólkaræðisligari traditión og virðum og perspektivera tað í eitt føroyskt høpi.
Prátið var upprunaliga sent beinleiðis hin 2. apríl 2024
55
views
KVÖKING nr 17 - við Sigert Paturson
Her er KVÖKING nr 17.
Hesaferð er Sigert Paturson, formaður í Bóndafelagnum gestur.
Vit tosa um bónding, vinnumøguleikar, ferðavinnu og nýggju umstríddu lógina um burðardygga ferðavinnu.
140
views
KVÖKING nr 16
KVØKING NR 16 beinleiðis úr gøtudali
við "live audience" á fyrsta sinni
Vit práta um libertarianismu, the non agression principle, non intervention principle, frælsi, tvingsil, forboð, kollektivismu og individualismu, Ron Paul, Adam Smith, John Locke og enntá Hans Hermann Hoppe blíva navnaslettir.
150
views
Andrew Bridgen Hinvegin interview
Our interview with British MP Andrew Bridgen regarding the WHO and many related things.
Version without Faroese intro, plus English subtitles
21
views
Samrøða við Andrew Bridgen, parlamentslim í Bretlandi
Birita L. Jóansdóttir og Jón Tyril høvdu eitt prát við bretska parlamentarikaran, Andrew Bridgen. Tey prátaðu serliga um Heimsheilsustovnin og ætlaðu broytingarnar í viðtøkunum fyri tann stovnin, og hvørja ávirkan tað kann hava. Hetta er sami spurningur, sum Árni Skaale, tingmaður, reisti í fyrispurningi í seinastu viku.
Prátið kanst tú hoyra her, eftir áleið 11 min. Fyrst er ein innleiðing har J og B taka aftur í og samanum samrøðuna á føroyskum. Samrøðan sjálv er á enskum.
Seinast vit løgdu okkurt út við youtube Andrew Bridgen, var tað strikað í stundini, tí hann er atfinningarsamur ímóti WHO. Og tað riggar helst ikki at stimbra video her á FB heldur. So tað hevur týdning, at tit hjálpa okkum at breiða video út við at deila tað vítt og breitt, um tit halda tað hevur týdning.
130
views
General Keith Kellogg: "acme of professionalism" to use Ukraine to fight Russia
Ret. General Keith Kellogg: It is the "acme of professionalism" to use Ukraine to fight Russia because that "takes a strategic adversary off the table" without "using any US troops"
28
views
KVÖKING nr 15
Summi hava eftirlýst meira ósemju í poddvarpinum. Well, Jón Tyril og Arni Zachariassen vassa aftur út á djúpt vatn, har ilt er at grynna, men hesaferð eru teir ikki eins samdir, hvønn veg, svimjast skal, sum teir onkuntíð hava verið.
Er tað í lagi at nýta harðskap? Hvar koma mannarættindi frá? Er okkara sivilisatión treytaleyst góð? Hvørjum skyldar tú trúskap, kongi ella næstanum? Hvat er ein tjóð? Fremur Ísraelska stjórnin fólkadráp í Gaza, og mangt annað kemur upp at venda í hesum partinum av KVÖKING.
Lat okkum endiliga frætta í viðmerkingunum, hvat tit halda um hesi tingini, vit práta um, ella um poddvarpið hjá okkum sum heild, til vit aftur sita á kjørbreyt og hvøtja.
154
views
KVÖKING nr 14 - við Høgna Mohr
Ársins fyrsta kvöking saman við rithøvundanum og menniskjanum Høgna Mohr. Vit práta serliga um hvussu koronatíðin upplivdist, hvønn leiklut myndugleikar, fjølmiðlar og vanlig fólk høvdu, um pedel-syndromið, pringles-metoduna, um at nýta búkkensluna, til tess at skyna millum rætt og rangt, og mangt annað.
232
views
1
comment
Lex Fridman og Prof. Mearsheimer: Hví byrjaði kríggið í Ukraina
Var tað ein blóðtystur Putin, sum vildi leggja alt Ukraina undir seg, fyri síðani og taka restina av eystureuropa og leggja tað undir eitt Stór-Russland?
Ein av heimsins fremstu og kendastu serfrøðingum í altjóða politikki, John Mearsheimer, professari við University of Chicago, roynir at greina orsøkirnar og grundgeva fyri sínari fatan.
Tað er áhugavert at hoyra Mearsheimer, tí tað var hann, sum í 1993, tá ið Ukraina lat kjarnorku vápnini frá sær, mælti frá hesum, tí hann roknaði við, at landið kundi fáa brúk fyri teimum seinni, sum eitt fyribyrgjandi vápn mótvegis russum. Tað var eisini hann, sum í 2015 segði, at politikkurin, sum vestanlond førdu í sambandi við Ukraina, við tíðini fór at føra til kríggj við Russland og oyðing av Ukraina. Vit skrivaðu um tað her: https://hinvegin.fo/video-professari-spaddi-just-hvat-for...
Sí meira um professaran her: mearsheimer.com
Video her er eitt lítið brot úr meira enn 3 tímar langari samrøðu millum Mearsheimer professara og Lex Fridman.
Øll samrøðan, sum er sera upplýsandi og snýr seg um altjóða politikk, søgu, vald, kríggj og heimspeki, umframt ítøkilig og dagsaktuel evni sum kríggini í Ukraina og Palestina og hvussu hesi kunnu tulkast í einum realpolitiskum høpi, kann hoyrast her:
https://www.youtube.com/watch?v=r4wLXNydzeY
Tann, parturin, sum snýr seg um Russland og Ukraina er áleið 1tíma til longdar, og kann hoyrast her:
https://www.youtube.com/watch?v=on1RrmspFIQ
119
views
KVÖKING nr 13 - um fallandi burðartíttleika
Jón og Arni kjakast um fallandi burðartíttleika, og møguligt samband við mRNA koppsetingar, kost, strongd, bústaðarneyð, modernitet, mentanarliga upploysn, dómadagskultar og gudloysi
88
views
KVÖKING nr 12 - um Kringvarp Føroya og Ísrael/Gaza
Arni og Jón royna at skava varisliga í lakkinum og at jokka sum minst í spinatið, tá ið teir práta um tvey mikið umstrídd evni seinastu tíðina, Kringvarp Føroya og Ísrael-Gaza stríðið. Hvussu tað gekst, kanst tú hoyra her í 12. parti av KVÖKING
141
views
Andrew Bridgen, MP prátar við Biritu L. Jóansdóttir
Í fjórða parti av fimm við samrøðum, sum Birita L. Jóansdóttir gjørdi við fyrilestrarhaldarar á Facts Matter ráðstevnuni í Keypmannahavn, prátar Birita við bretska parlamentslimin, Andrew Bridgen, sum í longri tíð hevur roynt at fáa parlamentið at umrøða ovurdeyðiligleikan, sum sæst í mongum londum aftan á at heimsfarsóttin er yvirstaðin. Bridgen, sum sjálvur upplivdi at fáa skaða av koppsetingini, fortelur um sítt arbeiði at varpa ljós ovurdeyðiligleikan, og ikki minst hevur hann nøkur álvarsorð at siga okkum um nýggja sáttmálan hjá Heimsheilsustovninum og ískoytini, sum vera gjørd til Altjóða Heilsureglugerðina frá 2005 í hesum døgum.
Hetta video kunnu vit ikki leggja út á youtube, tí tað verður strikað har, vegna atfinningarnar móti heimsheilustovninum. Vit hava eisini ein brúkara á Rumble, har finna tit alt vit leggja út: rumble.com/user/hinvegin
Andrew Bridgen eydnaðist umsíðir at fáa sett ovurdeyðiligleika á skrá í 30 min í parlamentinum fríggjadagin 20. oktober. Hoyr hansara sera tankavekjandi røðu her:
https://www.youtube.com/watch?v=97qRUqYLNu0
272
views
Um video við Bridgen, sensur o.a.
Eitt sindur um video, eg havi lagt út, við Andrew Bridgen og Biritu L. Jóansdóttir.
Leinki til røðuna hjá Bridgen í parlamentinum 20. oktober (ger tær tann beina at lurta): https://www.youtube.com/watch?v=97qRUqYLNu0
Fylg okkum eisini á Rumble: rumble.com/user/hinvegin
Stuðla hinvegin: https://hinvegin.fo/studla-hinvegin
254
views
5
comments
Dr John Campbell um vísindi, at fylgja próvtilfarinum og skeiklingina í læknaligum tíðarritum
Birita Lamhauge Jóansdóttir hitti kenda bretska youtubaran, doktaran og fyrrverandi undirvísaran í sjúkrarøktarfrøði, Dr. John Campbell til eitt stutt prát um próvgrundaða læknafrøði, at fylgja vísindaligu próvtilfarinum, uttan mun til hvar tað leiðir teg, og um hvussu læknalig tíðarrit eru skeiklað av peningaligum áhugamálum.
Tey bæði prátaðu saman í sambandi við ráðstevnuna Facts Matter, sum var í Keypmannahavn í september 2023.
Vitja youtube rásina hjá John Campbell her:
https://www.youtube.com/@Campbellteaching
Týtt og tekstað fyri hinvegin, Jón Tyril
Hinvegin 2023
75
views
Órinskúgan, turbokrabbi og ílegugrundaðar koppsetingar - Birita prátar við Ryan Cole á Facts Matter
Genetiskt grundaðu innspræningarnar eru ikki tryggar fyri fólk, sigur Ryan Cole m.a. í øðrum parti av fimm í røðini við styttri prátum, sum Birita L. Jóansdóttir hevði við nakrar av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni, Facts Matter, sum varð hildin í Keypmannahavn í september.
Í øðrum parti prátar Birita við Ryan Cole, sum er lækni og sjúkdómafrøðingur, vanliga nevnt patologur.
Ryan Cole var ein av teimum fyrstu læknunum, sum steig fram alment at ávara ímóti koppsetingunum, tí hann sá, at fólk fingu ymisk útbrot í húðini av eftir koppseting, og hetta metti hann, mátti merkja, at koppsetingin hevði niðursetandi virknað á immunverjuna, sokallaða immun supressión. Seinni skuldi tað vísa seg at vera munandi meira álvarsom árin, sum koma undan kavi. Cole sigur m.a., at tað ikki er rætt at kalla innspræningarnar fyri koppsetingar, tí tær eru als ikki eins og tær innspræningarnar, vit áður hava kent sum koppsetingar, og sum milliardir av fólkum kenna seg trygg við.
Hoyr stutta, men sera áhugaverda prátið millum Biritu og Ryan her.
Fylg okkum eisini á FB:
facebook.com/hinvegin
og á youtube:
www.youtube.com/@hinvegin
219
views
Koppseting og hjartatrupulleikar - Birita L. Jóansdóttir prátar við Peter McCullough
Her er fyrsti partur í eini røð av fimm styttri prátum, sum Birita L. Jóansdóttir hevði við nakrar av fyrilestrarhaldarunum á ráðstevnuni, Facts Matter, sum varð hildin í Keypmannahavn í september.
Í fyrsta parti prátar Birita við Peter McCullough, sum er hjartalækni. Peter hevur skrivað eitt ótal av javnlíkamettum vísindaligum greinum, og sigst vera mest siteraði lækni á sínum øki í heiminum. Peter McCullough gjørdist heimskendur, tá ið hann var gestur í poddvarpinum hjá Joe Rogan í desember 2021.
Næstu partarnir koma út næstu tíðina, so hvørt vit hava týtt og tekstað teir. Annar partur við Ryan Cole er klárur og kemur mánadagin 25. september
233
views
Jeff Sachs á Judging Freedom við Andrew Napolitano, 14. sept. 23, v FØ teksti
Jeffrey Sachs professari: "Selenskyy hevur svikið so dyggiliga og leiðir land sítt í oyðing og blóðbað". "Hetta kríggið kundi verið steðgað longu í mars mánaða í 2022."
Her er eitt kut av samrøðu frá í gjár, 14. september, millum Jeffrey Sachs, professara og Andrew Napolitano, fyrrverandi grundlógardómara.
Samrøðan øll kann síggjast á rásini hjá dómaranum her:
https://www.youtube.com/watch?v=DEhneK9tfRg
113
views
Jeffrey Sachs um Putin, einaræði, krígshuga, heimsveldi og væl grundaðar reyðar strikur - fø tekst
“Einaræði merkir ikki krígshugur. Nógv tað harðligasta landið í 19. øld, var Bretland, sum eisini var tað mest demokratiska. Og USA hevur verið nógv tað mest krígshugaða landið síðani 1950, og tað er eisini eitt demokrati.”
“Russland er álopið ferð eftir ferð vestanífrá og høvuðsmálið fyri leiðararnar har, er trygdin.”
Hoyr klipp úr samrøðu við Jeffrey Sachs, kenda amerikanska búskaparfrøðingin, akademikarin og altjóða politiska greinarin, sum hevur givið týðandi íkøst innan økið sum burðardygga menning og búskaparliga menning. Sachs hevur havt mong ymisk háttvird størv á síni yrkisleið, harímillum verið stjóri fyri The Earth Institute við Colombia University, og arbeiðir sum serligur ráðgevi hjá ST aðalskrivaranum í sambandi við heimsmálini fyri burðardygga menning. Sachs hevur skrivað nógvar bøkur og greinar um evni, sum hava við búskap, stríð móti fátækradømi og burðardygga menning at gera.
Síggj greinar og annað frá Sachs á: jeffsachs.org
Video kann síggjast í upprunalíki her:
https://www.youtube.com/watch?v=JkMwu5AWuQE&t=7s
142
views
"Einki passar, sum vit hoyra" - 4 brot úr samrøðu millum Tucker og McGregor - við fø. teksti
"Einki passar, sum vit hoyra"
4 brot úr samrøðu millum Tucker Carlson og Douglas McGregor
Í gjár, 22. august, hevði Tucker Carlson eina samrøðu við fyrrv. oberstin í amerikanska herinum, Douglas McGregor, har teir prátaðu um kríggið í Ukraina, og alt tað sum fjølmiðlarnir vestanfyri ikki siga okkum ella lúgva um kríggið í Ukraina.
Vit hava týtt og tekstað 4 brot úr samrøðuni, sum annars kann síggjast í heilum líki her:
https://twitter.com/TuckerCarlson/status/1693761723230990509?s=20
Douglas Macgregor, fyrrv. oberstur og PhD, er ein heiðurskrýndur krígsveteranur, hevur skrivað 5 bøkur, og er ráðgevi í verju- og uttanríkismálum. Hann gjørdist yvirmaður í herinum í 1976 eftir eitt ár við VMI og 4 ár á West Point. Í 2004 gavst Mcregor í herinum við tign sum oberstur. Í 2020 valdi forsetin hann at vera senior ráðgeva hjá verjumálaráðharranum, sum hann var til Trump forseti fór frá. Hann hevur ein MA í "komparativum politikki" og ein PhD í "altjóða viðurskiftum / international relations" frá University of Virginia.
Macgregor er kendur fyri at leiða stríðið "Battle of 73 Easting", sum var størsti stríðsvognabardagi hjá amerikanska herinum síðani annan heimsbardaga, og fyri sínar bøkur um hernaðarliga umskapan Breaking the Phalanx (Praeger, 1997) og Transformation under Fire (Praeger, 2003). Tilmælini hjá Macgregor um broytingar í her-sniði (Force Design) og “integrated all arms-all effects” hava havt stóra ávirkan á hernaðarliga menning í Ísrael, Russlandi og Kina.
Meira um McGregor her:
http://douglasmacgregor.com
Hjálp okkum at vaksa um lesara- og lurtara-skaran. Deilið vítt og breitt og fylg okkum fyri meira tilfar av hesum slag.
1.2K
views
1
comment
Dave Smith fortelur jesandi Joe Rogan upprunan til kríggið - FO TXT
Úr Joe Rogan #1977 við Dave Smith.
"Tað er ikki so at tað bara vóru Ron Paul, Noam Chomsky, og Pat Buchanan, líkasum, outside-ararnir, sum vóru ímóti NATO-víðkan. Listin av fólki, inni í stjórnarráðunum, inni í trygdarapparatinum, sum fullkomiliga vóru ímóti víðkan av NATO, er sera langur og imponerandi."
•Robert McNamara (Verjumálaráðharri)
•Robert Gates (Verjumálaráðharri)
•William Perry (Verjumálaráðharri)
•George Kennan (Amerikanskur diplomatur)
•William Burns (CIA stjóri)
"Teir talaðu allir ímóti víðkan av NATO við sterkast møguligum vendingum, og allir týðiliga og greitt, tí hetta fór at elva til stríð við Russland. Tað er ein sera góð samrøða við George Kennan, sum Thomas Friedman frá New York Times skrivaði í 90-árunum, um tað mundið, tá ið fyrsta umfar av NATO-víðkan vað framt. Og hann er í øðini... Hvat gera tit? Vit vunnu kalda kríggið. Og nú fara tit og fáa stríð í lag við Russland?
Hetta eru ikki sovjettarnir. Hetta eru ikki kommunistarnir. Hetta eru hetjurnar, sum vunnu á teimum. Hví elva vit til bardaga ímóti teimum? Hann segði, og hetta er ein ótrúligur spádómur, veruliga ófrættakendur. Fólkini, sum víðka NATO fara at halda á at víðka tað og víðka tað og víðka tað, og so fara russarnir at svara aftur, og tá ið russarnir svara aftur, so fara tey at siga, hygg, sært tú, hatta er prógv upp á at tað er neyðugt halda á at víðka NATO."
•CIA-stjórin, William Burns ávaraði í einum fjarriti í 2008 Condoleezzu Rice, at víðkan av NATO við Ukraina yvirtraðkar reyðu strikurnar hjá Moskva og kann skapa slíkt split í landinum, at tað fer í tvíningar, elva til harðskap, ella enn tá, borgarakríggj, sum vildi noytt Russland at taka støðu til, hvørt teir skulu leggja upp í ella ikki."
"Teir somu neocon-býttlingarnir, sum høvdu sum politikk, at endurskapa miðeystur, eru teir, sum eisini høvdu sum politikk, at víðka NATO til landamarkið hjá Russlandi. Og maður, var hetta bara tað býttastasti og fyrilitaleysasti politikkurin nakrantíð. Tað hevði sett okkum í eina støðu nú, har vit eru tættari vandanum fyri triðja heimsbardaga og kjarnorkukríggi, enn vit nakrantíð hava verið í mínari lívstíð. Og til hvat? Fyri at syrgja fyri, at Donbass landsluturin verður stýrdur úr Kyiv heldur enn Moskva? Er tað veruliga tað vert?
Video stolið frá Kanekoa The Great á Twitter - https://twitter.com/KanekoaTheGreat/status/1651795044893102080?s=20
Týtt og tekstað, Jón T. fyri Hinvegin, 2023
66
views
RFK Jr.: Ukraina verður offrað í einum staðgongukríggið millum USA og Russland
Við føroyskum teksti
Robert F. Kennedy Jr., sonur fyrrverandi uttanríkis- og løgmálaráðharran av sama navni og bróðursonur fyrrverandi forsetan John F. Kennedy, bjóðar seg fram at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum og loysa Joe Biden av.
Í hesum klippinum sigur Kennedy at Ukraina verður offrað í einum staðgongukríggi (proxykríggi) millum USA og Russland.
RFK Jr: "Eg vil hava børnini hjá mær at vaksa upp í einum landi, eins og eg gjørdi, sum tey eru errin av, og sum hevur ein moralskan myndugleika kring heimin.
Eg haldi at handfaringin av krígnum í Ukraina, sum vit nú vita, at Russararnir høvdu skrivað undir eina friðaravtalu við Zelensky í apríl í 2022, og sum Hvítu Húsini í roynd og veru sendu Boris Johnson, at fara og sabotera tað avtaluna.
Vit kundu havt loyst tað kríggið. Vit kundu verið sloppin undan tí. Ístaðin eru 350.000 Ukrainskir ungdómar deyðir har yviri.
Og eg haldi at hesin bundinskapurin at ævigum kríggjum, sum hava verið stórur partur av politisku leiðini hjá Biden forseta, er nakað, sum USA má fara burtur frá. Vit hava brúkt 8 billiónir dollarar upp á nyttuleys kríggj síðani 2001, og tann peningurin er tikin úr lummunum hjá amerikansku miðalstættini."
Tíðindamaður: "Vildi tú steðga amerikansku hjálpini til Ukraina?"
RFK Jr: "Eg hevði fingið enda á krígnum. Eg hevði farið undir samráðingar til tess at enda kríggið, umgangandi."
Tíðindamaður: "Líka so skjótt sum Donald Trump sigur, at hann kundi steðgað tí?"
RFK Jr.: "Well, hoyr her, eg veit ikki. Donald Trump var tann, sum fór frá ABM sáttmálanum (Anti Ballistic Missile sáttmálin) og legði grundarlagið fyri provokatiónunum, sum elvdu til hetta kríggið.
Hetta kríggið var selt okkum, sum um tað var eitt hjálpar átak. Sonur mín fór yvir har og kríggjaðist. Sonur mín var maskinbyrsuførari í serdeildunum í Kharkiv mótálopunum (hjá Ukraina), so eg havi stóra samkenslu við Ukrainska fólkinum. Hetta er ikki gott fyri ukrainska fólkið. Hetta er eitt staðgongukríggj (proxy-kríggj) millum USA og Russland, sum Ukraina verður offrað í. Tað er eitt offurs-øk.
Klippið er frá Vigilant Fox:
https://rumble.com/VigilantFox
https://twitter.com/VigilantFox
https://vigilantfox.substack.com
43
views
RFK Jr um lívfrøðilig vápn, Ukraina, Wuhan og Anthony Fauci
VIÐ FØROYSKUM TEKSTI
Lívfrøðilig vápnamenning er tað øvuta av læknakynstri
Robert F. Kennedy Jr. sum roynir at gerast forsetavalevni fyri demokratiska flokkin í USA, fortelur í samrøðu við Tucker Carlson, um menning av lívfrøðiligum vápnum á rannsóknarstovum og hvussu hetta arbeiðið var sent tvørturum hav tilí m.a. Wuhan og Ukraina undir leiðslu av Anthony Fauci. Til eitt hvørt lívfrøðiligt vápn, verður altíð framleidd ein koppseting eisini, tí kanst kanst ikki nýta smittsamar sjúkur sum vápn, uttan at kunna verja tín part. Tí vera lívfrøðiliga álopsvápnið og koppsetingin framleidd samstundis.
VIÐ FØROYSKUM TEKSTi.
Video er klipp úr samrøðu, sum kann síggjast í heilum líki her:
https://twitter.com/TuckerCarlson/status/1691228480556429312?s=20
25
views