Dave Smith fortelur jesandi Joe Rogan upprunan til kríggið - FO TXT

8 months ago
66

Úr Joe Rogan #1977 við Dave Smith.
"Tað er ikki so at tað bara vóru Ron Paul, Noam Chomsky, og Pat Buchanan, líkasum, outside-ararnir, sum vóru ímóti NATO-víðkan. Listin av fólki, inni í stjórnarráðunum, inni í trygdarapparatinum, sum fullkomiliga vóru ímóti víðkan av NATO, er sera langur og imponerandi."

•Robert McNamara (Verjumálaráðharri)
•Robert Gates (Verjumálaráðharri)
•William Perry (Verjumálaráðharri)
•George Kennan (Amerikanskur diplomatur)
•William Burns (CIA stjóri)

"Teir talaðu allir ímóti víðkan av NATO við sterkast møguligum vendingum, og allir týðiliga og greitt, tí hetta fór at elva til stríð við Russland. Tað er ein sera góð samrøða við George Kennan, sum Thomas Friedman frá New York Times skrivaði í 90-árunum, um tað mundið, tá ið fyrsta umfar av NATO-víðkan vað framt. Og hann er í øðini... Hvat gera tit? Vit vunnu kalda kríggið. Og nú fara tit og fáa stríð í lag við Russland?

Hetta eru ikki sovjettarnir. Hetta eru ikki kommunistarnir. Hetta eru hetjurnar, sum vunnu á teimum. Hví elva vit til bardaga ímóti teimum? Hann segði, og hetta er ein ótrúligur spádómur, veruliga ófrættakendur. Fólkini, sum víðka NATO fara at halda á at víðka tað og víðka tað og víðka tað, og so fara russarnir at svara aftur, og tá ið russarnir svara aftur, so fara tey at siga, hygg, sært tú, hatta er prógv upp á at tað er neyðugt halda á at víðka NATO."

•CIA-stjórin, William Burns ávaraði í einum fjarriti í 2008 Condoleezzu Rice, at víðkan av NATO við Ukraina yvirtraðkar reyðu strikurnar hjá Moskva og kann skapa slíkt split í landinum, at tað fer í tvíningar, elva til harðskap, ella enn tá, borgarakríggj, sum vildi noytt Russland at taka støðu til, hvørt teir skulu leggja upp í ella ikki."

"Teir somu neocon-býttlingarnir, sum høvdu sum politikk, at endurskapa miðeystur, eru teir, sum eisini høvdu sum politikk, at víðka NATO til landamarkið hjá Russlandi. Og maður, var hetta bara tað býttastasti og fyrilitaleysasti politikkurin nakrantíð. Tað hevði sett okkum í eina støðu nú, har vit eru tættari vandanum fyri triðja heimsbardaga og kjarnorkukríggi, enn vit nakrantíð hava verið í mínari lívstíð. Og til hvat? Fyri at syrgja fyri, at Donbass landsluturin verður stýrdur úr Kyiv heldur enn Moskva? Er tað veruliga tað vert?

Video stolið frá Kanekoa The Great á Twitter - https://twitter.com/KanekoaTheGreat/status/1651795044893102080?s=20
Týtt og tekstað, Jón T. fyri Hinvegin, 2023

Loading comments...