Professor Jefrey Sachs sigur at mestur var tað USA, ið stóð aftanfyri álopið á Nord Stream

1 year ago
717

Jeffrey Sachs, búskaparfrøðingur, professari og leiðari fyri “Center for Sustainable Development” (miðstøðin fyri burðardygga menning) við Columbia University, var á Bloomberg TV mánadagin og varð spurdur um stríðið í Ukraina. 
Professarin segði at hann “veddaði uppá,” at USA stóð aftanfyri atgerðina. Hetta sigur hann eisini at ein hópur av journalistum, hann prátar við, hava sagt við hann privat, men at teir ikki kunnu siga tað alment.

Loading comments...